25/08/2023

Ukraina - Nýggjur faldari til arbeiðsgevarar

Síðani kríggið í Ukraina brast á í februar 2022, hava 160 ukrainar fingið uppihaldsloyvi og fleiri eru ávegis. Arbeitt verður støðugt við at finna ukrainum bústað, og at stuðla teimum í at fáa ein væl virkandi gerandisdag. Ukrainar hava sjálvandi eisini sínar lívsroyndir og førleikar við sær, og ynskja fleiri teirra at koma í starv sum skjótast.

Fyrr í ár gjørdu Almannaverkið og Útlendingastovan eitt felags átak fyri at stuðla ukrainum í at fáa tættari samband við arbeiðsmarknaðin. Skipað varð fyri kunnandi fundum fyri arbeiðsgevarum og ukrainum um nýggja starvsvenjingarskipan hjá Almannaverkinum. Áhugin var stórur og uppmøtingin góð.

Í løtuni verður mett, at umleið 40 % av vaksnum ukrainum eru komnir í starv antin av egnum ávum ella sum úrslit av starvsvenjing. Hetta kann sigast at vera ein sera positiv framgongd, sum vit vóna heldur fram.

Útlendingastovan hevur nú gjørt ein faldara til arbeiðsgevarar, sum veitir stutta og greiða vegleiðing um góða móttøku av nýggjum arbeiðsfelaga, sum er flótti. Hóast tey flestu eru sloppin væl, so eru øll merkt av krígnum á ein ella annan hátt. Tí kann tað vera ráðiligt hjá arbeiðsgevarum at taka nøkur serlig atlit í sambandi við starvsetan.

Vónandi kann faldarin stuðla góða arbeiðinum, sum arbeiðsgevarar og ukrainar longu hava gjørt.

Vegleiðing - At taka væl ímóti nýggjum arbeiðsfelaga, sum er flýggjaður undan kríggi

Seinastu tíðindi
26/06/2024
Uppskot til integratións­lóg sent til ummælis/­ Proposal for a new Integration Law

Uppskot til integratiónslóg sent til ummælisLøgmálaráðið hevur sent út uppskot t…

30/04/2024
2024/­2025 - Faroese as a second language course for adult newcomers/­ Føroyskt sum annaðmál - skeið fyri nýkomin vaksin (UVS)

(Føroyskt niðanfyri) Hey! Are you a beginner in the Faroese language? Or do yo…

10/04/2024
Skeið: Avbjóðingar í integratións­arbeiðinum

Útlendingastovan bjóðar tær á skeið um tað, at arbeiða við børnum ella vaksnum n…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…