22/02/2023

Ukrainar vilja sleppa til arbeiðis í Føroyum (KvF)

Av teimum, sum hava fingið uppihaldsloyvi, hevur fjórði hvør longu fingið arbeiði, og 50 aðrir vilja eisini fegnir sleppa til arbeiðis

Fleiri av ukrainunum, sum eru komnir Føroya undan krígnum í heimlandinum, skulu arbeiða í Føroyum.

Tað halda Almannaverkið og Útlendingastovan, sum eru farin undir átak at fáa fleiri ukrainar út á føroyska arbeiðsmarknaðin.

Í øllum førum 119 ukrainar hava fingið uppihaldsloyvi. Fjórði hvør hevur longu fingið arbeiði, og 50 aðrir fegnir vilja fáa arbeiði.

Fleiri av teimum hava seinasta árið verið á málskeiði í føroyskum, sigur Iben Faaborg er sosialráðgevi í Almannaverkinum.

Almannaverkið og Útlendingastovuni hava boðið arbeiðsgevarunum til kunnandi fund í Vinnuhúsinum í morgin klokkan níggju.

Trýst her at hoyra innslag

Seinastu tíðindi
01/07/2025
Integratións­lógin sett í gildi (LMR)

Í dag, 1. juli, verður integratiónslógin sett í gildi. Lógin skipar tilgongdina…

26/06/2025
Fleiri tilflytarar læra føroyskt (KVF)

Í dag var próvhandan í Kambsdali, tá tilflytarar fingu prógvið í føroyskum sum a…

11/06/2025
(Closed) Registration for "Learn about the New Integration Law" Information Event

Please click here to register: https://integration.fo/skeid  

26/03/2025
Úrslit frá kanning um ukrainsk flótta­fólk í Føroyum

Ein nýggj frágreiðing, sum lýsir heilsustøðu og gerandislív hjá ukrainskum flótt…