10/08/2022

Ráðstevna um inklusjón og førleikamenning (Undirvísingarstýrið)

17. november 2022 skipa Undirvísingarstýrið og NVL fyri ráðstevnu í Havn um inklusjón og førleikamenning.

Ráðstevnan vendir sær serliga til tey, sum á onkran hátt hava eitthvørt við hesi nevndu viðurskifti at gera. Tað kunnu vera myndugleikar, leiðslur, skúlafólk, vegleiðarar og onnur áhugað, ið arbeiða við inklusjón og integratión, serliga við atliti at førleikamenning ella eftirútbúgving.

Á ráðstevnuni verður varpað ljós á týdningin av førleikamenning í sambandi við inklusjón og integratión. Tað verður mett at hava stóran týdning fyri eitt nú støðufesti til arbeiðsmarknaðin, at vaksin við lítlari ella ongari útbúgving hava umstøður at førleikamenna seg, samstundis sum tey eru á arbeiðsmarknaðinum og hava møguleika at arbeiða. Føroyar fáa væntandi seinni í ár ella tíðliga næsta ár eina nýggja integratiónslóg, sum m.a. eisini fer at taka atlit til hesar spurningar, og tað ger eisini spurningin um førleikamenning og integratión serliga viðkomandi fyri okkum.

Høvuðsspurningarnir, sum ráðstevnan um inklusjón og førleikamenning fer at viðgera, snúgva seg yvirskipað um:

  1. Samskipan og samstarv tvørtur um samfelagsligu geirarnar
  2. Møguleikar at nýta førleikameting og lívslanga vegleiðing í integratiónsarbeiðinum
  3. Málsligu avbjóðingarnar og samskiftið í almenna rúminum, ið hava týdning fyri inklusjón
  4. Almenna kunningin, ið skal fremja inklusjón og integratión

Ráðstevnan verður skipað við framløgum, fyrilestrum, verkstovum og bólkaarbeiði. Framløgurnar verða á føroyskum, tó onkur á norðurlendskum máli, og ráðstevnumálið er føroyskt. Kaffi verður at fáa fyrrapart og seinnapart, umframt ein máltíð á middegi.

Ráðstevnan verður á Hilton Garden Inn hósdagin 17. november, kl. 9.00 til 16.00. Tekningarfreistin er 1. oktober 2022.

Meira kunning verður, tá endaliga skráin er klár, umleið 1. september 2022.

(Vegleiðingarstovan)

Seinastu tíðindi
10/04/2024
Skeið: Avbjóðingar í integratións­arbeiðinum

Útlendingastovan bjóðar tær á skeið um tað, at arbeiða við børnum ella vaksnum n…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

08/02/2024
Málskúlin er á veg (KvF)

Lógaruppskotið um málskúla í føroyskum sum annaðmál verður lagt fram í hesari ti…