24/06/2022

40 útlendsk starvsfólk terpa føroyskt á Hafnia (KvF)

- Tað er okkara samfelagsskylda, sigur leiðslan fyri samtakið handan Hotel Hafnia og Hotel Brandan, sum undirvísir útlendsku starvsfólkunum í føroyskum máli og mentan.

Tørvur er á arbeiðsmegi í hesum døgum - eisini í hotellvinnuni.

Samtakið handan Hotel Hafnia og Hotel Brandan hevur tí leitað sær út um landoddarnar at fáa fatur á arbeiðsmegi.

Seinastu tríggjar mánaðirnar eru omanfyri 40 útlendingar komnir til Føroya at starvast á hotellunum í summarhálvuni.

Í eini roynd at læra útlendsku starvsfólkini eitt vet av føroyskum máli og mentan heitti samtakið í vár á parið Oddvá og Niels Nattestad at undirvísa teimum aðru hvørja viku.

Vit vóru til staðar fyri í vikuni, tá Oddvá Nattestad terpaði føroysku bókstavirnar og tølini saman við nøkrum útlendingum á Parnassinum á Hotell Hafnia.

(KvF)

Seinastu tíðindi
01/07/2025
Integratións­lógin sett í gildi (LMR)

Í dag, 1. juli, verður integratiónslógin sett í gildi. Lógin skipar tilgongdina…

26/06/2025
Fleiri tilflytarar læra føroyskt (KVF)

Í dag var próvhandan í Kambsdali, tá tilflytarar fingu prógvið í føroyskum sum a…

11/06/2025
(Closed) Registration for "Learn about the New Integration Law" Information Event

Please click here to register: https://integration.fo/skeid  

26/03/2025
Úrslit frá kanning um ukrainsk flótta­fólk í Føroyum

Ein nýggj frágreiðing, sum lýsir heilsustøðu og gerandislív hjá ukrainskum flótt…