Jobmatch millum føroyskar arbeiðsgevarar og ukrainskar flóttar (ALS)
Seinasta mikudag skipaði ALS í samstarvi við Útlendingastovuna, integratiónssamskiparan hjá Tórshavnar kommunu og umboðum fyri tríggjar arbeiðsgevarar fyri einum jobmatchi á ALS.
10 fólk úr Ukraina luttóku.
Við støði í upplýsingum um teirra førleikar, arbeiðsroyndir og arbeiðsynskir hevði ALS sett seg í samband við tríggjar arbeiðsgevarar, og eitt jobmatch varð fyriskipað.
PM+, Tórshavnar kommuna og Smyril Line luttóku. Og longu undir fyrireikingini til Jobmatchið setti PM+ ein av ukrainunum í starv.
Eitt jobmatch er skipað soleiðis, at tann arbeiðssøkjandi fær høvi at hitta arbeiðsgevarar fyri at kanna starvsmøguleikar.
Arbeiðsgevararnir lýstu teirra virksemi fyri luttakarunum, og síðan vóru starvssamrøður hildnar. Bæði PM+ og Tórshavnar kommuna høvdu starvsfólk, sum dugdu ukrainskt og russisk, og tað sigur kanska nakað um fjøltáttaða føroyska samfelagið, og annars varð tulkur nýttur.
Átakið eydnaðist væl, m.a. sigur Smyril Line: “Tað var ein góður og óformellur møguleiki at hittast. Fyri okkum sum arbeiðsgevari er tað altíð gott at koma í samband við fólk, sum hava áhuga at starvast í samtakinum. Ein luttakari á degnum fer væntandi ein royndartúr við Norrønu í komandi viku.”
Góðu royndirnar frá Jobmatchinum fara at verða nýttar í framtíðini fyri at fáa skjótt og gott samband millum ukrainskar flóttar og føroyskar arbeiðsgevarar.

New Integration Service offered by the Faroese Immigration Office
Moving to a new country brings excitement, new opportunities, and a long list of…

40 útlendsk starvsfólk terpa føroyskt á Hafnia (KvF)
- Tað er okkara samfelagsskylda, sigur leiðslan fyri samtakið handan Hotel Hafni…

Føroyskt sum annaðmál: 26 tilflytarar fingu prógv (Tórshavnar Kommuna)
Fríggjadagin fingu 26 tilflytarar prógv í føroyskum sum annaðmál. Talan er um tr…

Eysturkommuna hevur integratiónsnevnd (KVF)
Nevndin hevur havt sín fyrsta fund, har ymisk mál um integratión vóru á skránni