07/04/2022

Serlógirnar um flóttafólk einmælt samtyktar (KVF)

Løgtingið er nú farið í páskafrí

Løgtingið hevur fyri løtu síðani einmælt samtykt tær tríggjar serlógirnar um flóttafólk úr Ukraina.

Øll 27 tingfólkini, sum vóru í løgtingssalinum, atkvøddu fyri við triðju viðgerð, og løgtingið hevur nú avgreitt lógirnar.

Trivnaðarnevndin, rættarnevndin og fíggjarnevndin tóku einmælt undir við lógunum, sum geva 200 ukrainskum flóttafólkum uppihaldsloyvi í Føroyum í tvey ár. Og tey fáa somu rættindi sum føroyingar til sjúkrahúsviðgerð.

Tingið hevur eisini samtykt eina eykajáttan upp á tilsamans 15,5 milliónir kr., sum flóttafólkini verða mett at kosta.

Alt er ikki greitt

Rættarnevndin skrivaði í álitinum, at hon tekur til eftirtektar, at øll viðurskifti viðvíkjandi móttøku av flóttafólkunum ikki eru komin upp á pláss frammanundan, men tað er avgerandi neyðugt, at føroyskir myndugleikar loysa hesar uppgávur í tøttum samstarvi og so skjótt sum møguligt. 

Fíggjarnevndin skrivaði, at nevndin leggur dent á, at eykajáttanirnar verða hildnar leysar av vanliga rakstrinum hjá teimum stovnum, ið varða av teimum, og at tær sostatt einans verða brúktar í tann mun, tørvur verður á  teimum til endamálið. Í hesum sambandi skulu tættir í roknskapinum brúkast til at útgreina nýtsluna.

(KVF)

Seinastu tíðindi
01/07/2025
Integratións­lógin sett í gildi (LMR)

Í dag, 1. juli, verður integratiónslógin sett í gildi. Lógin skipar tilgongdina…

26/06/2025
Fleiri tilflytarar læra føroyskt (KVF)

Í dag var próvhandan í Kambsdali, tá tilflytarar fingu prógvið í føroyskum sum a…

11/06/2025
(Closed) Registration for "Learn about the New Integration Law" Information Event

Please click here to register: https://integration.fo/skeid  

26/03/2025
Úrslit frá kanning um ukrainsk flótta­fólk í Føroyum

Ein nýggj frágreiðing, sum lýsir heilsustøðu og gerandislív hjá ukrainskum flótt…