16/03/2022

Væleydnað skeið um mentan, forfatan og barnauppaling

Í februar skipaði Útlendingastovan fyri skeiðinum “Mentan, forfatan og barnauppaling” við undirvísarunum Jette Thulin og Mette Fenger frá DRC Dansk Flytningehjælp.

Skeiðið var fyri fakfólkum, sum dagliga arbeiða við børnum og familjum av øðrum uppruna enn føroyskum. Skeiðið vardi í tveir dagar, har luttakarar m.a. lærdu um forfatan og samleika, mentanarfatan, familju og mentan, fyribyrgjan av ósemjum, og um hvussu tilflyting kann ávirka børn og familjur kropsliga og sálarliga.

Útlendingastovan hevði boðið Lenu Klahan Langgaard og Janet S. Gleðisheygg í skeiðið at hava stuttar framløgur um upplivingar
teirra.

Skeiðið var fullteknað, og vit fegnast um, at fakfólk úr øllum landinum og frá so ymiskum arbeiðsplássum luttóku. Ætlanin er at skipa fyri sama skeiði aftur seinni í árinum. Lýst verður við skeiðinum her á integration.fo og á Facebook síðu okkara.

Tey, sum ynskja at fáa boð, tá ið tilmeldingin til næsta skeið letur upp, kunnu skriva til Duritu Kastalag: duritak@vs.fo.

 

Seinastu tíðindi
10/04/2024
Skeið: Avbjóðingar í integratións­arbeiðinum

Útlendingastovan bjóðar tær á skeið um tað, at arbeiða við børnum ella vaksnum n…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

08/02/2024
Málskúlin er á veg (KvF)

Lógaruppskotið um málskúla í føroyskum sum annaðmál verður lagt fram í hesari ti…

05/02/2024
Peningur settur av at yvirtaka arbeiðs- og uppihalds­loyvi (KvF)

Arbeiðsgevarin eigur í størri mun at hava ábyrgd av teimum útlendingunum, sum ko…