Ung og roynd úr trimum londum í somu framsýning
'Form in Motion' eitur listaframsýning, sum kann upplivast í Føroyum, Noregi og Svøríki samstundis
Fram til leygardagin 12. mars sýnir Norðurlandahúsið listaframsýningina ‘Form in Motion’. Í veruleikanum fer framsýningin fram á trimum ymiskum støðum í senn, nevniliga í Føroyum, í Noregi og í Svøríki. Hesi trý støðini hava ung, í samstarv við yrkislistafólkum, tilevnað listaverkini, ið verða sýnd.
Í Føroyum vóru listafólkini Joel Cole, Jón Sonni Jensen, og Randi Samsonsen. Tey leiddu hvør sín bólk í at skapa trý verk tilsamans: ’Youth in Motion’, ‘No Name’, og ’Rice Sculpture’.
Hini listaverkini á framsýningini eru 3D-prent av verkum, ið eru tilevnað í Noregi og Svøríki. Á sama hátt verða tey føroysku listaverkini 3D-prentað í Noregi og Svøríki og framsýnd saman við staðbundnum verkum.
Í Norðurlandahúsinum verða listaframsýningarnar í Svøríki og Noregi stroymdar beinleiðis á einum skýggja, og til ber hjá teimum vitjandi at síggja hini verkini ‘beinleiðis’.
Málið við verkætlanini er at skapa áhuga fyri list millum ung fólk, ið hava lítlar ella ongar royndir við list, og avmarkaðan møguleika fyri at koma í samband við samtíðarlist. Í Føroyum var eisini gjørd ein roynd at sameina bæði staðbundnan og tilfluttan ungdóm fyri at kanna teirra samleika afturlítandi við atliti til at vera í rørslu.
Framsýningin í Klingruni í Norðurlandahúsinum kann vitjast til og við leygardagin 12. mars.
Framsýningin er eitt samstarv ímillum Útlendingastovuna, Norðurlandahúsið, TrAp í Noregi og Katrineholm kommunu í Svøríki, og er stuðlað av VOLT-ætlanini hjá Nordisk Kulturkontakt. Verkætlanin er samskipað av David Im, integratiónssamskipara á Útlendingastovuni og Gunn Hernes, stjóra í Norðurlandahúsinum.





New Integration Service offered by the Faroese Immigration Office
Moving to a new country brings excitement, new opportunities, and a long list of…

40 útlendsk starvsfólk terpa føroyskt á Hafnia (KvF)
- Tað er okkara samfelagsskylda, sigur leiðslan fyri samtakið handan Hotel Hafni…

Føroyskt sum annaðmál: 26 tilflytarar fingu prógv (Tórshavnar Kommuna)
Fríggjadagin fingu 26 tilflytarar prógv í føroyskum sum annaðmál. Talan er um tr…

Eysturkommuna hevur integratiónsnevnd (KVF)
Nevndin hevur havt sín fyrsta fund, har ymisk mál um integratión vóru á skránni