15/12/2021

Væleydnað skeið um mentan, forfatan og barnauppaling

Síðst í november skipaði Útlendingastovan fyri skeiðinum “Mentan, forfatan og barnauppaling” við undirvísarunum Jette Thulin og Mette Fenger frá DRC Dansk Flytningehjælp.

Skeiðið var fyri fakfólkum, sum dagliga arbeiða við børnum og familjum av øðrum uppruna enn føroyskum. Skeiðið vardi í tveir dagar, har luttakarar m.a. lærdu um forfatan og samleika, mentanarfatan, familju og mentan, fyribyrgjan av ósemjum, og um hvussu tilflyting kann ávirka børn og familjur kropsliga og sálarliga.

Skeiðið var fullteknað, og vit fegnast um, at fakfólk úr øllum landinum og frá so ymiskum arbeiðsplássum luttóku. Ætlanin er at skipa fyri sama skeiði aftur fyrst í 2022. Lýst verður við skeiðinum her á integration.fo og á Facebook síðu okkara.

Seinastu tíðindi
01/07/2025
Integratións­lógin sett í gildi (LMR)

Í dag, 1. juli, verður integratiónslógin sett í gildi. Lógin skipar tilgongdina…

26/06/2025
Fleiri tilflytarar læra føroyskt (KVF)

Í dag var próvhandan í Kambsdali, tá tilflytarar fingu prógvið í føroyskum sum a…

11/06/2025
(Closed) Registration for "Learn about the New Integration Law" Information Event

Please click here to register: https://integration.fo/skeid  

26/03/2025
Úrslit frá kanning um ukrainsk flótta­fólk í Føroyum

Ein nýggj frágreiðing, sum lýsir heilsustøðu og gerandislív hjá ukrainskum flótt…