Integratiónslóg á veg (KvF)
Ein óloystur spurningur er, hvussu hørð krøvini skulu vera til samfelagsligt innlit og mál
Ein føroysk integratiónslóg hevur verið leingi ávegis, men NÚ kemur hon, lovar landsstýrismaðurin:
Í álitinum "Integrasjón í Føroyum, støðulýsing og tilmæli um átøk", sum kom í juli 2019, stendur at "Í Føroyum skulu tilflytarar duga føroyskt og hava innlit í føroysk samfelagsviðurskifti fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi."
Magnus Rasmussen vil ikki í smálutir við, hvussu neyvt uppskotið til integratiónslóg liggur at hesi orðing.
Í Breddanum fyrrapartin segði Elisabeth Holm, Ph.D. í mál og integratión, at eftir hennara tykki hevur tað almenna ábyrgdina av, at útlendingar, sum koma til Føroya at búgva og arbeiða, læra føroyskt.
Eisini Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, vil hava tað almenna at spæla ein størri leiklut.
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, heldur at uppgávan má loysast í felag.
Enn er lógarfyrireikandi arbeiðið ikki komið so langt, at landsstýrismaðurin dugir at siga, hvør í síðsta enda skal meta um málsligu og samfelagsligu førleikarnar hjá útlendingum, sum vilja hava uppihaldsloyvi her - og hvussu hetta skal gerast:

Integratiónslógin sett í gildi (LMR)
Í dag, 1. juli, verður integratiónslógin sett í gildi. Lógin skipar tilgongdina…

Fleiri tilflytarar læra føroyskt (KVF)
Í dag var próvhandan í Kambsdali, tá tilflytarar fingu prógvið í føroyskum sum a…

(Closed) Registration for "Learn about the New Integration Law" Information Event
Please click here to register: https://integration.fo/skeid

Úrslit frá kanning um ukrainsk flóttafólk í Føroyum
Ein nýggj frágreiðing, sum lýsir heilsustøðu og gerandislív hjá ukrainskum flótt…