Tulkatænastur - samskipan

Útlendingastovan kann hjálpa við at samskipa tulkatænastu.

Hóast tulkar eru í Føroyum, so kann tað henda at tulkur til eitt ávíst mál ikki er til staðar í landinum.

Tí er samstarv gjørt við danskan veitara av tulkatænastu umvegis telefon ella umvegis video yvir internetið. Flestu starvsfólk í Føroyum tosa og skilja danskt, og tí kann ein slíkur veitari vera til góða hjálp í ymiskum gerandisligum støðum – á barnagarði, til samrøður við flokslæraran, fund við myndugleika og líknandi.

Útlendingastovan kann hjálpa við at bíleggja tulking til borgarar ella almennan/kommunalan stovn og líknandi. So skjótt tað er greitt at brúk er fyri tulkatænastu, so viðmæla vit at mann ringir til okkara á tlf. 357979 fyri at koma víðari.

Í bóklingi okkara NÝKOMIN TIL FØROYA verður tulkatænasta viðgjørd í tveimum umførum saman við góðum ráðum – sí leinkjur her og her

Útlendingastovan kann hjálpa við at bíleggja tulking til borgarar ella almennan/kommunalan stovn og líknandi. So skjótt tað er greitt, at brúk er fyri tulkatænastu, so viðmæla vit at mann ringir til okkara á tlf. 357979 fyri at koma víðari.

Eftirmetingar

Vit hava bara góðar royndir av at brúka tulking, onkur einstøk samrøða hevur fingið miðal skoðsmál. Vit vilja avgjørt viðmæla, at mann ger brúk av hesi tænastu. Vit eru tøk at svar spurningum, um onkur ivast!

Her eru afturmeldingar frá brúkarum, sum eru føroyskir stovnar, barnagarðar, skúli, stovnur innan heilsuverkið, barnaverndartænasta og námsfrøðiligur stovnur:

................

Teilendskt

Hey.

Tulkingin var ordiliga góð. Tolkurin gav sær góða tíð, og var greiður. Mamman slapp nú ordiliga at útrykkja seg, og haldi eg, at bæði mamman og pápin vóru glað fyri hetta. Vit fingu práta saman uppá ein øðrvísi máta, og haldi eg, at hetta er ein góð hjálp, at vit kunnu fáa hesa hjálp frá tykkum við tulking.

 

Spanskt

Vit hava  fríggjadagin brúkt tulkatænastuna. Talan var um uppstart av familjuráðgeving, og hetta virkaði væl. [...]

 

Pólskt

Hey,

Eg hevði tulka-samrøður bæði mánadag og mikudag, og báðar gingu væl. Tulkurin hoyrdist væl og sat í friðarligum umhvørvi og tulkaði, tað meti eg verða sera týdningarmikið.

Tað var einfalt at ringja frá iPhone til bæði tulk og borgaran í Póllandi í senn, so tað var frálíkt.

Alt í alt eru vit sera væl nøgd. Stóra takk fyri.

 

Pólskt

Hey.

Tað gekk ordiliga væl, vit vóru øll væl nøgd. Tíðin var væl brúkt, ongin trupulleiki.

Samtalan gekk yvir tlf.

 

Rumenskt

Ja, hatta riggaði ómetaliga væl. Lætt, bara at ringja á eitt nr. og gott, at einki andlit var á, tá ið tað er ein trupult samrøða. Hatta fara vit avgjørt at brúka aftur.

Takk.