Eg havi tað á tunguni : ein kvalitativ kanning av føroyska málinum hjá børnum við føroyskum pápa og filipinskari ella tailendskari mammu (MA-ritgerð, Helena Kannuberg)
Eg havi tað á tunguni - Ein kvalitativ kanning av føroyska málinum hjá børnum við føroyskum pápa og filipinskari ella tailendskari mammu
Skrivað hevur Helena Kannuberg
Úrtak
Endamálið við ritgerðini er at fáa til vega nýggja og grundleggjandi vitan um føroyska málið hjá børnum í 4. flokki við føroyskum pápa og tailendskari ella filipinskari mammu. Talan er um kvalitativa kanning, sum fer í dýpdina við at kanna føroyska málið hjá 4 børnum. Við støði í skilnaðinum hjá Noam Chomsky millum málnýtslu (en. Performance) og málførleika (en. Competance) verður teirra mál kannað við at seta tvey háttaløg saman: samrøður og spurnabløð. Samrøðurnar veita atgongd til ta fríu taluna hjá børnunum, og spurnabløðini innihalda mállæruuppgávur, ið geva innlit í ástøðiliga málførleikan hjá børnunum. Í spurnablaðnum eru eisini uttanmálsligir spurningar, soleiðis at til ber at meta um, hvørt ávís viðurskifti kunnu sigast at hava týdning fyri føroyska málið hjá børnunum. Eisini fingu foreldrini hjá børnunum hvør sítt spurnablað, soleiðis at til ber at meta um, hvørt sosiala bakgrundin hjá børnunum kann ávirka teirra mál. Fyri at kunna meta um, hvussu føroyska málið hjá børnunum er í mun til javnaldrar teirra, har ið bæði foreldrini hava føroyskt sum móðurmál, er harumframt ein kontrollbólkur við í kanningini. Kontrollbólkurin varð kannaður á neyvt sama hátt, t.v.s. við samrøðu og spurnablaði, umframt at foreldrini eisini fingu spurnablað at fylla út. Til seinast er samrøða við ein føroysklærara, sum hevur undirvíst einum næmingi, sum er við í kanningini, í føroyskum. Endamálið við samrøðuni er at fáa eina fakliga heildarmeting av føroyska málinum hjá børnum við hesi málslig bakgrund frá fakpersóni, sum hevur hesar næmingar tætt upp at sær í dagliga yrki sínum. Úrslitini frá samrøðunum við børnini vísa, at tey hava vantandi kunnleika um gerandislig orð, sum eru partur av orðfeinginum hjá kontrollbørnunum. Eisini vísa úrslitini í samrøðunum, at børnini hava avbjóðingar við mállæruni í síni málnýtslu, sum fevna um vantandi kunnleika um kynstillutan, bendingarformar og setningsbygnað. Úrslitini frá mállæruuppgávunum vísa, at børnini fáa millum 62% og 100% rætt svar. Felags fyri øll børnini er, at tey klára seg betur í ástøðiliga málførleikanum í mun til praktisku málnýtsluna. Úrslitini benda á, at sosiala bakgrundin hjá børnunum hevur stóran týdning fyri, hvussu væl tey megna føroyska málið. Samrøðan við læraran vísir, at hann er tilvitaður um, at børn við føroyskum pápa og filipinskari ella tailendskari mammu hava avbjóðingar við føroyska málinum. Samrøðan teknar eisini eina mynd av einum fólkaskúla, ið ikki er brynjaður til at taka ímóti børnum við tvímálsligari bakgrund. Týdningarmikið er at fáa gongd á fleiri kanningar so skjótt sum gjørligt. Endamálið við teimum eigur at vera at útgreina málið hjá børnum í øllum aldri, ið hava tvímálsliga bakgrund. Við fleiri kanningum ber til at fáa meira skjalfesta vitan um málið hjá hesum børnum. Og meir vitan er neyðug, um hesin vaksandi bólkur av børnum skal fáa dygdarbetri málsliga hjálp.