10/06/2021

Kanna skeiðvirksemi fyri pólendingar í Føroyum (Tórshavnar Kommuna)

Í gjár fekk borgarstjórin vitjan av pólsku Sabinu Poulsen. Sabina er seinastu árini vorðin kend sum ein eldsál, ið brennur fyri so mongum. Hon undirvísir í listpedagogikki og hevur leingi rikið egna fyritøku innan ferðavinnu og eisini givið eina bók út um Føroyar – er júst útbúgvin ferðaleiðari. Hon hevur búð í Føroyum í 16 ár, eigur tvey børn, og stórtrívist.

Tí hevur Sabina seinastu 16 árini mestsum eisini fingið leiklut sum umboðsfólk fyri póllendingar í Føroyum. Í løtuni er samskifti við pólsku sendistovuna í Danmark, um at skipa onkra meira formliga konsulátlíknandi umboðan í Føroyum.

Sabina greiddi borgarstjóranum frá, at yvir 100 póllendingar búgva í Føroyum fast, men fleiri enn 200 aftrat arbeiða í Føroyum í skiftum. Teir kunnu stundum hava ymiskt at avgreiða við almennar myndugleikar, sum teir skulu hava hjálp til, eitt nú uppihaldsloyvi, skattaviðurskifti v.m.

Harumframt eftirlýsir hon almenn grundskeið til póllendingar í føroyskum máli, mentan og samfelag, eisini heilt gerandislig viðurskifti, og betri kunning, so at teir betur skilja samfelagið og betur kunnu virka í samfelagnum.

Póllendingarnir í Føroyum arbeiða sera nógv, vanliga 14 tímar um dagin seks dagar um vikuna eitt ávíst tíðarskeið. Sabina vísir á, at ynskiligt hevði verið við skeiðum fyri póllendingar, men skulu skeið skipast t.d. í Kvøldskúlanum til póllendingar, so er sunnudagurin tann frægasti dagurin at brúka. Póllendingar búgva í Føroyum, sum høvdu kunnað undirvíst.

Eitt úrslit av fundinum var, at Tórshavnar Kvøldskúli nú fer at kanna møguleikarnar fyri at skipa fyri tílíkum skeiðum.

Seinastu tíðindi
10/04/2024
Skeið: Avbjóðingar í integratións­arbeiðinum

Útlendingastovan bjóðar tær á skeið um tað, at arbeiða við børnum ella vaksnum n…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

08/02/2024
Málskúlin er á veg (KvF)

Lógaruppskotið um málskúla í føroyskum sum annaðmál verður lagt fram í hesari ti…

05/02/2024
Peningur settur av at yvirtaka arbeiðs- og uppihalds­loyvi (KvF)

Arbeiðsgevarin eigur í størri mun at hava ábyrgd av teimum útlendingunum, sum ko…