28/05/2021

Læra mál, mentan og nógv aftrat (Tórshavnar Kommuna)

Ein flokkur við seks persónum, sum læra seg føroyskt, var á gátt á Ráðhúsinum í dag, har Annfinn Brekkstein, virkandi borgarstjóri, bjóðaði vælkomin.

Umframt at tey læra føroyskt mál er ein upplýsandi partur av skeiðinum eisini at læra um mentan, samfelag og samansjóðan (integration). Flokkurin vitjar bæði mentanarstovnar og fyrisitingar.

Annfinn Brekkstein greiddi teimum frá um kommununa, og hvussu hon arbeiðir.

Tær báðar Jóna Kristin Thomsen og Vár Haraldsen undirvísa í føroyskum á Kvøldskúlanum. Og tær vóru við flokkinum í dag. Øll búgva tey í Føroyum og herja á at læra seg føroyskt.

(Tórshavnar Kommuna)

Seinastu tíðindi
10/04/2024
Skeið: Avbjóðingar í integratións­arbeiðinum

Útlendingastovan bjóðar tær á skeið um tað, at arbeiða við børnum ella vaksnum n…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

08/02/2024
Málskúlin er á veg (KvF)

Lógaruppskotið um málskúla í føroyskum sum annaðmál verður lagt fram í hesari ti…

05/02/2024
Peningur settur av at yvirtaka arbeiðs- og uppihalds­loyvi (KvF)

Arbeiðsgevarin eigur í størri mun at hava ábyrgd av teimum útlendingunum, sum ko…