08/02/2021

Tilflytarar sleppa ikki at nýta sínar førleikar (KvF)

Elisabeth Holm hevur skrivað ph.d-ritgerð um tilflytarar og føroyskt mál

Tað samfelagsmálsliga landslagið í Føroyum broytist við rúkandi ferð.

Hetta er grundarlagið undir ph.d-ritgerð, sum Elisabeth Holm hevur staðið á Heriot-Watt University í Edinburgh. Evnið er "Nýggjar tíðir, nýggir føroysktmæltir borgarar og arbeiðsmarknaðarinklusión".

Eini 2000 fólk í Føroyum eru ikki danskir statsborgarar. Tað svarar til næstan fýra prosent av fólkatalinum. Fyri 25 árum síðan var hetta talið 0,8 prosent. Tað merkir sostatt, at nógv fólk, sum koma til Føroya í dag, duga hvørki føroyskt ella danskt.

Elisabeth hevur kannað tilflytarar - av øðrum uppruna enn norðurlendskum - sum arbeiða á fiskavirkjum og í reingerðarstørvum; hon hevur tosað við 29 fólk, tær flestu kvinnur. Hon hevur kannað, hvussu tað hevur gingist hjá hesum tilflytarum at læra føroyskt, og hvørjar avbjóðingar tey hava at sleppa inn á føroyska arbeiðsmarknaðin at brúka sínar førleikar.

Og tað vísti seg, at tveir triðingar av teimum, sum hon tilvildarliga tosaði við, høvdu hægri útbúgvingar, sum tey ikki sleppa at brúka.

– Tey flestu hildu tað vera øgiliga keðiligt, tey kenna seg stagnerað á føroyska arbeiðsmarknaðinum, tí hóast tey royna - fleiri av teimum, sum eg havi tosað við hava søkt nógv størv - so fáa tey einki. Antin hoyra tey einki frá arbeiðsgevaranum, ella fáa tey noktandi svar. Orsøkina siga arbeiðsgevararnir vera, at tey duga ikki nógv væl føroyskt - ella duga tey ikki nóg væl danskt, sigur Elisabeth Holm.

Elisabeth Holm valdi granskingarevnið, tí hon altíð havt áhuga fyri tilflytarum, og at vit skapa eitt samfelag í Føroyum, har øll eiga málið - og ikki bara tey, sum tosa ideal-málið.

– Vit skulu ikki bara hyggja eftir, hvat tey ikki duga, men vit mugu síggja hesi fólkini sum eitt tilfeingi, sigur hon.

Hoyr alla samrøðuna við Elisabeth Holm her.

(KvF)

Seinastu tíðindi
10/04/2024
Skeið: Avbjóðingar í integratións­arbeiðinum

Útlendingastovan bjóðar tær á skeið um tað, at arbeiða við børnum ella vaksnum n…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

08/02/2024
Málskúlin er á veg (KvF)

Lógaruppskotið um málskúla í føroyskum sum annaðmál verður lagt fram í hesari ti…