Halda fram við tíðindum á enskum í KvF
Hetta er ein týdningarmikil tænasta at veita okkara fólki, sum ikki skilur føroyskt, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður
Tíðindini á enskum í Kringvarpinum halda fram.
Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum hevur svarað Beintu Løwe, løgtingskvinnu.
Kringvarpið og Uttanríkis- og Mentamálaráðið arbeiða í løtuni við einum nýggjum public service-sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi á nýggjárinum.
Jenis av Rana sigur, at hann væntar ikki, at tænastan, sum er at hava tíðindi á enskum, verður strikað.
Hetta er ein týdningarmikil tænasta at veita okkara fólki, sum ikki skilur føroyskt, sigur hann.
News in English
Tíðindi á enskum eru í "News in English" á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Tænastan "News in English" er fyri tað mesta útveitt.
Frá síðst í desember 2019 til síðst í desember 2020 rindaði Kringvarpið fríyrkisjournalisti 282.800 krónur fyri veitingina.
Harafturat koma slakar 50.000 kr. í innanhýsis kostnaði.
Integratión plagar annars ikki at liggja hjá public service miðlunum, men hjá eitt nú integratiónsstovnum og kommunum, sigur Kringvarpið.
New Integration Service offered by the Faroese Immigration Office
Moving to a new country brings excitement, new opportunities, and a long list of…
Málskúlin er á veg (KvF)
Lógaruppskotið um málskúla í føroyskum sum annaðmál verður lagt fram í hesari ti…
Peningur settur av at yvirtaka arbeiðs- og uppihaldsloyvi (KvF)
Arbeiðsgevarin eigur í størri mun at hava ábyrgd av teimum útlendingunum, sum ko…
Ukrainsk flóttafólk kunnu vera í Føroyum til 2025 (KvF)
Lógin um fyribils uppihaldsloyvi kom í apríl í fjør