29/09/2020

Útlendskar kvinnur á føroyska arbeiðsmarknaðinum / Foreign women in the Faroese labor market

Í 2018 kunngjørdi Almannamálaráðið sín Javnstøðupolitikk við tilhoyrandi virkisætlan. Útlendingastovan og Javnstøðunevndin, undir Almannamálaráðið, eru farin undir samstarv um átak 15, ið snýr seg um at greina støðuna hjá útlendskum kvinnum og at seta neyðug átøk í verk.

Í hesum sambandi gjørdu Útlendingastovan og Javnstøðunevndin av at taka inn ein praksislærulesandi til at menna og fremja eina spurnakanning um støðuna hjá útlendskum kvinnum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Í august 2020 byrjaði Jórun Vágsheyg, ið lesur M.A. í sosialvísindum og samfelagsplanlegging, sína praksislærutíð á Útlendingastovuni og hon heldur fram til endan av november. Jórun fer at seta seg beinleiðis í samband við kvinnurnar at upplýsa um endamálið við kanningina og frágreiðingina.

Jórun Vágsheyg er útbúgvin B.S.Sc. í samfelagsvísindum og er í ferð við at lesa til M.A. í sosialvísindum og samfelagsplanlegging á Fróðskaparsetri Føroya.

-------------------------------------------

In 2018, Ministry of Social Affairs published its equality policy with an action plan. Faroese Immigration Office and Equality Board under Ministry of Social affairs are working together on activity 15 to examine foreign women’s circumstances and to propose necessary actions.

In connection to activity 15, Útlendingastovan and Equality Board agreed to take on an intern to write and implement a questionnaire on the foreign women in the Faroese labor market. In August 2020, Jórun Vagsheyg, who is studying master í sosialvísindi og samfelagsplanlegging, started her internship at Faroese Immigration Office and will finish at the end of November. Jórun plans to contact the non-Faroese women directly to inform about the project and the questionnaire.

Jórun Vagsheyg holds a B.S.Sc. í samfelgasvísindum and is currently studying master í sosialvísindi og samfelagsplanlegging at University of the Faroe Islands.

Seinastu tíðindi
10/04/2024
Skeið: Avbjóðingar í integratións­arbeiðinum

Útlendingastovan bjóðar tær á skeið um tað, at arbeiða við børnum ella vaksnum n…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

08/02/2024
Málskúlin er á veg (KvF)

Lógaruppskotið um málskúla í føroyskum sum annaðmál verður lagt fram í hesari ti…

05/02/2024
Peningur settur av at yvirtaka arbeiðs- og uppihalds­loyvi (KvF)

Arbeiðsgevarin eigur í størri mun at hava ábyrgd av teimum útlendingunum, sum ko…