26/08/2019

Útlendingar kunnu læra okkum nakað um okkum sjálvi (KVF)

Tað heldur Erika Hayfield, sum saman við Mariuh Schug hevur gjørt samrøður við 40 tilflytarar. Úrslitið er almannakunngjørt í altjóða tíðarriti

Vit kunnu læra nakað um okkum sjálvi við at granska í hvussu onnur uppliva okkum. Tað sigur Erika Anne Hayfield, lektari, sum fyri kortum útgav eina grein í altjóða tíðarriti saman við Mariuh Schug. 

Greinin setur orð á nakrar av upplivingunum, sum tilflytarar hava við at koma til Føroya. Greinin byggir á fleiri enn 40 samrøður við fólk sum hava verið í Føroyum í styttri og longri tíðarskeið.

”Men nú síggja vit, at tilflyting er vaksin sera nógv. Síðstu 20-30 árini er mongdin av tilflytarum er nærum tíggjufaldað, og tað er í størri mun fólk aðrastaðni frá sum koma flyta til Føroya, og tað sæst eisini í samfelagnum.”

Vanligari 

Tað er tískil blivið alt meira vanligt at fólkaflyting, sum vanliga hevur verið til stórbýarøkið, nú í størri mun eisin fer til meira fjarskotin økið, sosum Føroyar.

Spurningar sum hvør ert tú og hvør eigur teg eru vanligir fyri okkum føroyingar. Men tað liggur nógv í spurningum tí vit eru ikki einstaklingar sum í øðrum samfeløgum og standa ikki til svars fyri bara okkum sjálvi, sigur Erika Anne Hayfield. Vit vera sett í eitt kort í hugaheiminum har vit vera sett í eitt system við eitt nú familju, vinum ella starvsfeløgum, tí vit kennast á nógvar ymiskar hættir.
Tí kann man siga, at vit føroyingar verða sett í bás eftir okkara relatiónum, og tilflytarar, sum ikki hava eins nógvar relatiónir, kunnu ikki setast í bás á sama hátt, og hetta kann tí geva onkrar avbjóðingar.

Men ein tílík grein kann læra okkum um meira enn bert upplivingar hjá tilflytarum, sum Erika Hayfield sigur í stóran mun  vera positivar.

Tróndur H. Olsen tosaði við Eriku Hayfield

(KVF)

Seinastu tíðindi
10/04/2024
Skeið: Avbjóðingar í integratións­arbeiðinum

Útlendingastovan bjóðar tær á skeið um tað, at arbeiða við børnum ella vaksnum n…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

08/02/2024
Málskúlin er á veg (KvF)

Lógaruppskotið um málskúla í føroyskum sum annaðmál verður lagt fram í hesari ti…