21/09/2021

Tilflytarar læra um føroyska mentan og samfelag (Tórshavnar Kommuna)

Endamálið er at styrkja um sjálvræðið og møguleikarnar hjá tilflytarum at taka javnbjóðis og aktivan lut í føroyska samfelagnum og betra um integratiónina.

Tórshavnar Kvøldskúli skipar aftur í vetur fyri undirvísing í føroyskum fyri tilflytarum.

Skeiðið er ætlað útlendingum í Føroyum, sum hava føroyskt sum annaðmál.

Undirvíst verður í føroyskum máli, men stórur dentur verður eisini lagdur á at læra um føroyska mentan og samfelag.

Hetta hevur ógvuliga stóran týdning, heldur Jóna Kristin Thomsen, sum undirvísir í lærugreinini Mentan og Samfelag.

- Endamálið er at styrkja um sjálvræðið og møguleikarnar hjá tilflytarum at taka javnbjóðis og aktivan lut í føroyska samfelagnum á øllum økjum og betra um integratiónina, sigur hon.

Skeiðið tryggjar luttakarunum eina breiða og holla vitan um føroyska mentan og samfelag. Um skyldur og rættindi, um arbeiðsmarknaðin, um vinnulív og vinnumøguleikar, um mentan og frítíðarítriv og frítíðartilboð sum heild.

Jóna Kristin Thomsen fegnast um, at føroyskir stovnar, fyritøkur, felagsskapir og einstaklingar vísa skeiðnum ans og luttaka aktivt við fyrilestrum og kunnandi tilfari, integratiónini at frama.

Talan er um ein breiðan skara, og sum dømi kunnu nevnast eitt nú Tórshavnar Kommuna, Familjufyrisitingin og Ítróttarsamband Føroya.

Føroyskt sum annaðmál er skipað sum skeið í 15 vikur, og undirvíst verður allar gerandisdagar. Einaferð um vikuna, tað er hvønn mánadag, verður undirvíst í lærugreinini Mentan og Samfelag.

Á myndunum síggjast Durita Kastalag, integratiónsráðgevi, Fía Lindenskov, integratiónssamskipari hjá Tórshavnar Kommunu, Holger Arnbjerg, lestrarvegleiðari, og Jóna Kristin Thomsen, undirvísari á Tórshavnar Kvøldskúla.

Tríggir aðrir undirvísarar eru eisini knýttir at lærugreinini Føroyskt sum annaðmál á Kvøldskúlanum. Tær eru Petra Olsen, Anna M. Hentze og Vár Haraldsen. Tær tríggjar eru júst farnar undir víðari lestur á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Talan er um nýggja diplomútbúgving í føroyskum sum annaðmál. Útbúgvingin er á bachelor- og masterstigi, og endamálið er at brynja og búgva lærarar og undirvísarar út til at undirvísa í føroyskum sum annaðmál.   

(Tórshavnar Kommuna)

Seinastu tíðindi
10/04/2024
Skeið: Avbjóðingar í integratións­arbeiðinum

Útlendingastovan bjóðar tær á skeið um tað, at arbeiða við børnum ella vaksnum n…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

08/02/2024
Málskúlin er á veg (KvF)

Lógaruppskotið um málskúla í føroyskum sum annaðmál verður lagt fram í hesari ti…