07/08/2021

Summer Sports Fest and Community Clean-up (Runavíkar Kommuna)

Um tit síggja fólk rudda framvið høvuðsvegnum av Glyvrum og út til Runavíkar í dag - ein leygardag í summarferiuni - so er hetta ikki uttan orsøk.

Umboð fyri filipinar í økinum vendu sær herfyri til kommununa, tí tey ynsktu at geva aftur til samfelagið, sum tey eru blivin partur av. Flestu teirra arbeiða á Bakkafrost, og í summarferiuni hugsaðu tey at fyriskipa tiltakið, sum tey nevna "Summer Sports Fest and Community Clean-up".

Og kl. 9.30 í morgun fóru filipinar í Runavíkar kommunu so undir eitt sjálvboðið ruddingarátak framvið høvuðsvegnum av Bakkafrost og út til Barnagarðin á Mýrunum.

Hin parturin ev tiltakinum verður fyriskipaður í morgin, tá Bylgjan er karmur um ymsar ítróttarkappingar hjá eini 80 filipinum og familjum teirra.

(Runavíkar Kommuna)

Seinastu tíðindi
10/04/2024
Skeið: Avbjóðingar í integratións­arbeiðinum

Útlendingastovan bjóðar tær á skeið um tað, at arbeiða við børnum ella vaksnum n…

04/04/2024
Viðvíkj­andi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/­2025 /­ Regarding the teaching of Faroese as a second language 2024/­2025

Viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál 2024/2025 Eitt lógaruppskot vi…

08/02/2024
Málskúlin er á veg (KvF)

Lógaruppskotið um málskúla í føroyskum sum annaðmál verður lagt fram í hesari ti…

05/02/2024
Peningur settur av at yvirtaka arbeiðs- og uppihalds­loyvi (KvF)

Arbeiðsgevarin eigur í størri mun at hava ábyrgd av teimum útlendingunum, sum ko…